Nessie og Sofus Poulsen gullbrúdleyp

Fríggjadagin 10. september kunnu hjúnini Nessie og Sofus Poulsen, 10, Rosewell Pl, í Aberdeen halda gullbrúdleyp

Tey hittust í Skotlandi, hagar Sofus var fluttur saman við sínari familju í 1946.

Í 1948 fekk Sofus skrivstovustarv á føroysku umboðsstovuni, og tá Odmar Skarðhamar í 1978 vegna aldur fór úr starvinum sum føroyskur umboðsmaður, varð Sofus settur í hetta starvið, sum hann røkti inntil fyri fáum árum síðani, tá hann eisini fór frá vegna aldur. Tá varð eisini føroyska sendistovan í Aberdeen niðurløgd, og einki føroyskt flagg er longur at síggja uttan fyri bygningin á 150 Market Street í Aberdeen.

Sofus og Nessie giftust í 1954. Tey fingu 4 synir - Daniel, Charles, Roy og John. Teir hava allir familju og búgva eisini í Skotlandi.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku á hátíðardegnum