Net-Upp Rumble í heystfrítíðini

16.-18. oktober, verður Net-Upp Rumble fyri aðru ferð. Net-Upp Rumble er ætlað øllum game´arum, bæði royndum sum óroyndum. Tey, sum hava verið fyrr kenna helst bæði heitini, ið verða nýtt; Net-Upp Pro Gaming og Net-Upp Rumble. Men til tey, sum ikki kenna heitini, so er Net-Upp Pro Gaming ætlað teimum, ið hava hug til heldur álvarsamari kapping, meðan Net-Upp Rumble er ætlað øllum game´arum, bæði royndum sum óroyndum.

 

-Á Net-Upp Rumble hava øll møguleika at vinna, tí felags fyri hetta tiltakið er ?fleiri vinningar og nógvar kappingar?, siga fyrireikarar frá Føroya Tele.

 

Kappingarnar byrja spontant, tað vil siga, at tíðspunkt verður ikki sett á, nær ein kapping byrjar. Gjørt verður á hendan hátt, tí ikki er møguligt at sláa fast, nær tann eina kappingin endar og hin hevur møguleika at byrja. Tískil er best at vera til staðar so nógv sum gjørligt, so ein kann verða við til flestu kappingarnar.

 

 

Kapping verður í DotA, Counter-Strike (bæði í 1.6 og CS:S um møguligt), Flat Out 2, Starcraft meðan Tekken 5 og FIFA 2009 kapping verður til PlayStation 3 á stórskíggja. Eins og síðst verður DotA kappingin skipað sum ´single knockout´ lið-kapping, har pláss er fyri 8 liðum. Hinar kappingarnar vera skipaðar sum einstaklingakappingar.

 

Møguligt er at vinna headsett, mýs, teldu hátalarar, harddiskar, USB flash pennar og sodavatnskassar, sum tilsamans svarar til 65 vinningar.

 

Tú kanst ogna tær eitt atgongumerki við at fara inná www.ft.fo. Tá tú hevur keypt atgongumerkið fær tú eina kvittan sendandi við telduposti, sum váttar keypið. Hesa skalt tú prenta út, tí hon skal vísast við dyrnar.

 

Tú kanst eisini keypa atgongumerkið við at skriva ?netupp? til 1441 (hetta er bert galdandi fyri Føroya Tele kundar). Minst til at goyma smsið, tí tað skal vísast við dyrnar.

 

Seinasta freist at melda seg til kappingina er í dag kl. 12.00.