Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, boðar í einum videobroti á sosialu miðlunum frá einum nýggjum og drúgvum álopi í Gaza.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Netanyahu sigur, at álopið verður eitt intensivt hernaðarligt átak, sum hevur til endamáls at vinna á Hamas.
Hann sigur ikki, hvussu stóran part av Gaza-økinum Ísrael miðar eftir at hertaka.
- Fólkið verður flutt fyri at verja tað, sigur hann sambært Reuters.
Ísraelski forsætisráðharrin sigur eisini, at hermenn fara ikki inn í Gaza, fremja álop og síðani draga seg aftur.
- Ætlanin er tað øvugta av tí, verður sagt.
Fyrr í dag skrivaðu ísraelskir miðlar, at ísraelska trygdarráðið hevur samtykt eina stigvísa útbygging av hernaðarliga álopinum móti Hamas í Gaza.
Hetta snúði seg um fjølmiðlarnar Kan og The Times of Israel, sum vístu á ónevndar keldur við vitan um málið.
/Ritzau/