Netanyahu í krovið á Corbyn

Heldur at øll eiga at fordøma Corbyn

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann dag viðmerkti seinastu gøluna viðvíkjandi Jeremy Corbyn, leiðaran fyri bretska Labour flokkin.


Jeremy Corbyn hevur seinastu dagarnar verið fyri atfinningunum aftaná at myndir eru komnar undir kavi, ið tykjast at vísa, at hann tók lut í einum minningarhaldi fyri fýra árum síðan fyri einum av yvirgangsmonnunum, ið drap ellivu jødiskar íðkarar til OL í München í 1972. Myndirnar vísa, at hann helt í einum kransi, ið bleiv lagdur á minnisplátuna hjá einum av yvirgangsmonnunum.


- At Jeremy Corbyn hevur lagt ein krans á grøvina hjá einum av yvirgangsmonnunum, ið útinti München-massakruna og samanbering hansara av Ísrael við nasistarnar hevur uppiborið eina greiða fordøming frá øllum – vinstra, høgra og alt harímillum, skrivar ísraelski forsætisráðharrin á Twitter.


Labour-leiðarin var tó skjótur at svara atfinningunum frá ísraelska forsætisráðharranum.


- Ákærurnar hjá Ísraelski forsætisráðharrin Netanyahu um mínar gerðir og orð eru falskar. Tað sum krevur eina greiða fordøming er drápið av yvir 160 palestinskum mótmælisfólkum í Gasa av ísraelskum hernaðardeildum síðan mars, íroknað fleiri børnum, skrivaði Jeremy Corbyn á Twitter.


Jeremy Corbyn hevur kortini í dag váttað, at hann var til staðar, tá ein kransur bleiv lagdur á grøvina, men at hann ikki tók beinleiðis lut í at leggja kransin. Í staðin var hann har til eitt annað minningarhald fyri 47 fólkum, ið lótu lív í 1985, tá Ísrael framdi eitt bumbuálop á ein PLO-basa í Tunis.


- Eg var til staðar, men eg haldi ikki, at eg beinleiðis luttók. Eg var har, tí eg ynskti eitt hóskandi minningarhald fyri øllum, ið eru deyð í hvørjum einasta yvirgangsálopi um allan heim, tí vit muga steðga tí. Tað ber ikki til at fáa frið í lag við at nýta harðskap. Einasti vegur at fáa frið í lag er við dialogi, segði Jeremy Corbyn sambært the Independent.


Daily Mail vísir tó á, at myndirnar av Labour-leiðaranum eru tiknar við minnismerkið hjá yvirgangsmanninum, ið er 13 metrar frá minnismerkinum fyri ísraelska álopið.


Síðan hann í dag viðgekk at hann var til staðar eru ákærurnar móti Jeremy Corbyn vaksnar í tali og kravdi partakvinnan Luciana Berger, tingkvinna fyri Labour, í dag eina umbering frá Labour-leiðaranum.


- At vera til staðar er tað sama sum at vera ein partur av tí. Tá eg eri til eitt minningarhald, er mín hjávera, um eg leggi ein krans ella ei, prógv fyri mínum tilknýti og stuðli. Har kann aldrin vera eitt hóskandi minningarhald fyri yvirgangsmonnum. Hvar er umberingin, spurdi tingkvinnan hjá Labour.