Netavirkið byggir út

Netamontering á Oyrarbakka byggir út. Hølisviðurskiftini vóru ikki nøktandi, og nú verður plássið umleið tvífaldað

 

Fiskireiðskapur

Garnavirkið Netamontering á Oyrarbakka byggir út fyri at betra arbeiðsumstøðurnar til vaksandi eftirspurningin.

Umstøðurnar til at gera gørn til føroysku garnabátarnar vóru vorðnar so mikið truplar, at neyðugt var at byggja virkið út, sigur Eddie Ennigarð á Netamontering

Hann greiðir frá, at Netamontering flutti í hølini hjá Fiskaaling við Streymin fyri umleið fimm-seks árum síðan. Tá arbeiddu fýra fólk á virkinum. Í dag eru tey 10 fólk til arbeiðis. Tey gera gørn til svartkalva- og havtaskuskipini, sum royna undir Føroyum. Eisini hevur virkið gjørt onkran grønlendskan garnabát út seinnu árini.

Men grønlendingar fara nú sjálvir at seyma gørn, og í tí sambandi er stjórin á Netamontering, Hjalgrím Dahl, í Grønlandi og lærir teir at brúka maskinurnar, teir hava keypt.

Netamontering ger gørn til eini sjey-átta føroysk garnaskip, sigur Eddie Ennigarð. Umframt eru so tvey onnur, sum vanliga seyma síni egnu gørn, men eisini av og á fáa gørn frá Netamontering. Tey keypa tó eisini væl av aðrari útgerð frá virkinum á Oyrarbakka, sigur hann.

Hjalgrím Dahl, sum eigur virkið, keypti herfyri hølini, virkið húsaðist í. frá Fiskaaling. Tey vóru ov trong, so farið varð at kalla beinanveg undir at byggja út. Bygt verður upp í suðureftir. Ein bygningur, sum er væl rúmligari enn tann verandi, sigur Eddie Ennigarð.

Í nýggja bygninginum verður seymihøll í niðaru hæddini, meðan tann ovara fer at hýsa matstovu og skrivstovu.

Gamli bygningurin verður nýttur til goymslurúm. Men hann er longu í minna lagi, og gjørdir eru møguleikar fyri at byggja út norður eftir eisini. Sum er verða bingjur, sum standa uttan fyri, nýttar sum goymslurúm.

Umframt garnavirkið er eisini handskavirki í sama bygninginum. Hjalgrím Dahl keypti fyri nøkrum árum síðan maskinurnar frá handskavirkinum á Húsum og setti tær upp við Streymin. Virkið er í gongd soleiðis av og á, sigur Eddie Ennigarð.

Men Tað er tó ikki so ofta, tey baka handskar, sum hann nevnir tað. Tí loyvir tíðin ikki, tí so mikið væl er at gera við netamonteringini.

Heldur ikki er tað serliga heppið, at handskavirkið og garnavirkið eru í somu hølum, tí handskaframleiðslan skapar nógvan royk, sum ikki er serliga hugaligur at arbeiða annað arbeiði saman við, sigur hann.