Netbankin skuldi virka aftur í morgin

Fleiri hava ikki kunnað flutt pengar við netbankanum nú í hálvtannað samdøgur

 

Tey, sum hava netbanka, og sum rita seg inn við tí gomlu innritanini, hava varnast, at tað hevur ikki borið til at flutt pengar.

 

Hetta er eitt brek, sum hevur elvt til fortreð hjá fólkið síðani tíðliga í gjár – í minsta lagi.

 

Í Betribanka siga tey, at orsøkin til brekið, er, at danski kt-veitarin hjá bankunum, SDC í Danmark, hevur gjørt ymsar broytingar í skipanini, og í kjalarvørrinum á tí hevur so eitt tekniskt brek tikið seg upp, sum ger, at tað hevur ikki borið til at flyta pengar.

 

Men tey siga, at arbeitt verður við trupulleikanum og seinasta fráboðanin frá veitaranum er, at Netbankin skuldi rigga aftur í morgin.

 

Í BankNordik siga tey, at tey eru í tøttum samskifti við SDC, men fyri eini løtu síðani høvdu tey ikki heilt fingið greiði á, hvat trupulleikin er. Men SDC hevur kortini lovað, at netbankin virkar aftur sum hann skal í morgin, kanska ikki longu í morgin árini, men í øllum førum út á dagin.

 

– Vit leggja stóran dent á, at loysa trupulleikan, og vit vænta fyri vist, at hann verður loystur í morgin, siga tey í BankNordik.

 

Vinnulig viðskiftafólk, ið hava Nem-Id, hava eisini havt ávísar trupulleikar í dag.