Vaksandi handilin við tollfríum smápakkum úr útlandinum leggur alsamt størri trýst á handilslívið í Føroyum. Tað halda løgtingsfólk, sum nú mæla til, at okkurt verður gjørt við ójøvnu kappingarstøðuna, har stórar altjóða fyritøkur kunnu senda pakkar tollfrítt til Føroya, meðan føroyskt handilslív má gjalda avgjald á øllum innflutningi.
– Seinastu árini er handil umvegis netið eksploderaður. Tað er ómakaleyst at sita við telduna og klikkja nakrar ferðir, og síðani fáa vøruna til dyrnar. Vit njóta øll gott av hesum, men ójavna kappingarstøðan oyðileggur føroyskt handilslív, og nú mugu vit gera okkurt við hetta, sigur Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, við VikuskiftisSosialin.
Eisini formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at kappingarstøðan hjá føroyskum handilslívi er órímilig.
– Internethandil er vaksandi, og eg dugi væl at skilja føroyskar fyritøkur, sum eru misnøgdar við stóra floymin av mvg-fríum pakkum, sum koma til landið. Summir føroyskir handlar hava ikki ein kjans at yvirliva við hesi ójøvnu kappingini, og avleiðingin verður, at vit fáa færri handlar í Føroyum, og spurningurin er, hvør tá er vinnarin, sigur Bárður á Steig Nielsen, við VikuskiftisSosialin.
Báðir mæla til, at treytirnar hjá føroyskum og útlendskum fyritøkur verða gjørdar eins.
– Vit vilja ikki steðga internethandli, men tað skal verða jøvn kapping, og tað er tað ikki í dag. Tí er ein loysn at geva føroyskum handlum somu treytir sum teimum útlendsku, so at vørur undir 300 krónur eru mvg-fríar. Ein onnur loysn er at taka 300-krónur markið burtur og áseta mvg uttan eykagjøld á allar vørur, sum verða innfluttar til Føroya, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Meira kann lesast um málið í VikuskiftisSosialinum.