Klaksvík: Tónleikabólkarnir I am og Countrybólkurin hava annars nýtt alt hølið í erva til at venja í, men nú er gjørdur ein veggur, so at onnur helvtin kann nýtast til Net kafé. Tað eru limirnir í I am ikki so fegnir um, tí teir eru bangnir fyri at verða koyrdir út um ikki so langa tíð. Teir eru eisini misnøgdir við, at kommunan leigar hetta hølið út til eitt virki, sum hevur vinning fyri eyga, serliga tá hugsað verður um, at kommunan noktar at leiga hølið út til dans til tey ungu undir átjan ár. Haraftur at vísa teir á, at Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, á kunnandi fundinum um at stovna Tónleikafelag í Klaksvík, segði, at alt umtalaða hølið kundi nýtast til tónleik.
Ongin venjing, meðan spælt verður bridge
Klaksvíkar Bridgefelag heldur sum sagt til í tí norðara endanum av húsinum. Bólkarnir og Bridgefelagið hava gjørt avtalu um, at bólkarnir ikki venja, tá spælt verður bridge.
- Hvussu við teim ungu, sum nú koma at halda til har? spyrja teir í I am. Órógva tey ikki?
Formaðurin í Klaksvíkar Bridgefelag, Odd Fjalsbak, sigur, at tað kann hann ikki úttala seg um longu nú, áðrenn Netkafé-in er byrjað.
- Hetta skal sleppa at standa sína roynd, sigur hann. Bridgefelagið hevur hildið til í hesum hølinum í skjótt trý ár, og Odd Fjalsbak sigur, at samstarvið við báðar tónleikabólkarnar hevur verið avbera gott.
- Og so má man bert vóna, at hitt eisini fer at ganga líka væl, sigur formaðurin í Klaksvíkar Bridgefelag at enda.
Ikki eitt savningsstað
Allan Joensen, sum rekur Netkafé-ina, sigur at ætlanin er ikki, at kafé-in skal verða eitt stað, sum tey ungu skulu savnast inni í. Tað var ein trupulleiki, har kafé-in helt til áður. Eisini kom tað fyri, at onkur gjørdi seg inn á hølið.
- Men nú mugu vit gera ungdóminum tað greitt, at tað eisini verður upp til tey, um kafé-ini skal verða lív laga. Tí tað er vist, at um nakar ger seg inn á hølið og tað verður ein trupulleiki, so verða vit útkoyrdir upp á standandi fót, sigur Allan Joensen.
- So tað verður knívskorið, um onkur ikki dugir at uppføra seg, heldur Allan fram.
Upp á spurningin um prísin, svarar Allan, at tað fer at kosta 35 krónur um tíman. Orsøkin til tað er, at internetsambandið er so dýrt. Tey spæla um netið, og tað kostar per MB.
- Nú alt fleiri internetútbjóðarar eru, royna vit at finna tann bíligasta. Ella at fáa eitt fast gjald, tí at tað er ikki til at rokna út, hvussu nógv skal gjaldast. Tað er jú sera ójavnt, hvussu nógv og ofta netið verður nýtt, sigur Allan.
- Tað verður helst eitt sindur av gangi, men tað skuldi ikki verið nakar stórur trupulleiki, tí tey koma fyri at spæla teldu. Vit ætla okkum sjálvandi at hava nakrar fastar reglur um atburð og annað, men vit mugu hava í huga, at hetta eru børn, og tí nyttar onki at gera seg tvøran og ómøguligan. Vit skulu heldur gera greitt, at hetta er til fyri teirra skuld, og harvið geva brúkarunum eitt sindur av ábyrgdarkenslu fyri kafé-ini, sigur Allan Joensen at enda.
Netkafé-in letur væntandi upp síðst í komandi viku, og fer at verða opin frá klokkan fýra til ellivu á kvøldi.
Ongin verður útkoyrdur
- Hóast vit ikki hava nakra beinleiðis skrivliga avtalu við tónleikarabólkarnar, sum halda til í hølinum, so er avgjørt ikki ætlanin at koyra nakran út, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
- Vit gjørdu av, at leiga Allani hetta hølið, inntil hann finnur eitt annað. Hann var til reiðar at leggja kafé- ina niður av tí sama, og tað hevði jú bara gjørt verandi støðu verri. Tí Netkaféin er eisini eitt tilhaldsstað hjá ungdóminum í kommununi.
- Eg var sjálvur og hugdi at hølinum, og metti, at tað er so mikið stórt, at tað sagtans kann nýtast til bæði venjingarhøli og Netkafé, sigur Steinbjørn.
Steinbjørn sigur at, henda avgerðin varð eisini tikin við brúkarunum í huga. Har, sum Netkafé-in helt til áður, var prísurin 45 krónur um tíman, men tað vil kommunan ikki ganga við til. Ein treyt er, at prísurin verður settur munandi niður, so at tað kann koma brúkaranum til góðar, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Aðrar treytir eru eisini, so sum, at tað skal havast fyrilit fyri hinum, sum húsast har. Og so sjálvandi vanligan hússið. - Eisini hava vit tryggjað okkum, at vit kunnu siga hann upp við stuttum varskó, um vit skulu nýta hølið til okkurt annað, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum tó ikki vísir aftur, at henda avgerðin kom í kjalarvørrinum av rokinum á Føstulávint.
Í viðmerking til tað, at kommunan leigar hølið út til Net kafé og ikki til dans, sigur Steinbjørn, at tað eru heilt aðrar og strangari reglur galdandi viðvíkjandi brunaumsjón, tá talan er um eitt høli, sum skal nýtast til fleiri enn fimti fólk, sum millum annað eitt dansistað.
- So høvdu vit skulað gjørt nógvar broytingar í hølinum fyri at tað skal lúka galdandi reglur, sigur Steinbjørn Jacobsen at enda.