Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um, at síðani 2010 er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu støðugt vaksið.
- Í sambandi við afturgongd í fólkatalinum var eitt arbeiði við vakstrarætlan gjørt. Hetta arbeiðið skuldi millum annað slóða fyri øktum virksemi og fólkavøkstri í Klaksvíkar kommunu. Síðan vakstrarætlanin var gjørd, er fólkatalið vaksið ár um ár, skrivar Jógvan Skorheim á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Hann gleðist um, at seinasta uppgerðin hja Hagstovuni vísir, at Klaksvíkar kommuna hevur bæði nettotilflyting og fitt burðaravlop, og tískil er fólkatalið voksið við 0,7 prosentum.