Netverkssøla og Nature´s Own

Natures Own var fyrsta evropeiska fyritøkan, sum tók til sín nýggja amerikanska søluháttin og var tað í 1994. Umsetningurin er sambært fyritøkuni fýrafaldaður seinastu tvey árini

Netverkssøla hongur soleiðis saman, at ein fyritøka fær ein persón at keypa fyri eina ávísa upphædd einaferð (t. d. 1.600 krónur) og síðani fyri ein ávísa upphædd um mánaðin (t. d. 600 krónur).

Hesin persónurin fær síðani tveir persónar, sum á sama hátt, sum hann sjálvur, gera sáttmála við fyritøkuna.

Fyri nýggju keypararnar, sum ein fær afturat sær, verða givin stig til tann, sum hevur fingið tey upp í netið.

Sambært upplýsingum frá fyritøkuni verða latin stig fyri hvønn einstakan keypara, sum kemur inn í netið, og fyri hvussu nógv viðkomandi keypir fyri.

Stigaskipanin er skrúvað saman á ein heilt serligan hátt, men tað stutta av tí langa er, at tað mesta, ein kann fáa burtur úr hvørjum beini er 4500 stig. Hetta svarar til góðar 9.000 krónur um vikuna, so tað eru ikki smávegis upphæddir, talan er um.

Sum vit skilja á Guðbjørg Jóhannesardóttir, tænastufulltrúa hjá Natures Own, er tað ikki vanligt, at so nógv verður goldið, tí hetta krevur ógvuliga nógv arbeiði, tí allir keypararnir, sum eru undir tær, skulu vera aktivir, fyri at tú kanst fáa stig burtur úr teimum.


Byrjað í USA

Sum so mangt annað byrjaði netverkssølan í USA seinast í 70-árunum. Smátt um smátt vann søluhátturin frama, og mitt í 80-árunum tóku evropearar hann til sín.

Nature´s Own byrjaði í 1994 at selja á henda hátt og í dag vera allar vørur hjá fyritøkuni seldar so.

At søluhátturin virkar, ber umsetningurin boð um, tí í 1997 var umsetningurin hjá Nature´s Own góðar 60 mió svenskar krónur. Í 1998 var hann vaksin til 138 mió. og

í ár væntað tey, at hann fer at nærkast teimum 300 mió. krónunum.

Sambært upplýsingum frá fyritøkuni eru 85 føroyingar inni í netverkinum hjá Nature´s Own.

Inntøkan, sum persónarnir fáa eru skattskyldug, og upplýsingar verða sendar skattavaldinum eina ferð um árið, verður sagt úr Svøríki.