Nevið Reyða gjørdist leygardagin stóri vinnarin. Fram við Molanum gleið 8-mannafarið hjá klaksvíkingum stútt og støðugt frá hinum bátunum, og hóast talan var um so stuttan róðrartein, sum tað onga aðra staðni er tað, so var fjarstøðan frá Nevinum Reyða og aftur til kappingarneytarnar fleiri bátslongdir.
Umframt FM steyp og krónur og steyp og krónur fyri sigurin á Ólavsøku, so fingu klaksvíkingar eisini Útvarpssteypið norður aftur í viðførinum.
Kvívíkingurin var enn eina ferð næstbestur, men kappingin frá Ørvi og Argjabátinum var ógvuliga tøtt.
Tað kann væl vera, at hesar tríggjar manningarnar næsta ár fara at sleppa undan stinnu klaksvíkingunum, sum í ár hava verið so sera sannførandi. Eftir ólavsøkuróðurin varð tað endurtikið, sum fleiri ferðir fyrr í summar hevur verið at hoyrt í róðrarumhvørvinum í Klaksvík. Ábendingar eru um, at dreymurin skal gerast til veruleika, soleiðis at manningin, sum nú hevur vunnið FM við Nevinum Reyða, skal flyta umborð á Klaksvíkingin.
10-mannafarið í Klaksvík er rættuliga nýtt og ikki serliga nógv brúkt. Eftir glæsiliga róðrarárið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag í 2001, tá ið eitt nú Nevið Reyða vann FM, smíðaði Sámal Hansen teimum 10-mannafar. Teir royndu seg við tí í 2002. Úrslitini vóru ikki so góð, sum tað hevði verið vónað og kanska roknað við, og úrslitaliga vóru kapprógvararnir í Klaksvík tey bæði bæstu árini í aldudali.
Men í ár hevur hilnast avbera væl, og nú umhugsa teir at seta sær nýggj og hægri kappróðrarmál.