Nevið Reyða enn einaferð

Eina lítla bátslongd framman fyri Kvívíking vann Nevið Reyða á vestanstevnu og harvið føroyameistaraheitið hjá áttamannaførunum

Nevið Reyða legði hart út á vestanstevnu, tá startdómarin fyri aðru ferð skeyt fyri áttamannaførunum. Róðurin varð skotin av, tí at Miðvingur tjóvstartaði. Klaksvíkingarnir løgdu seg á odda beinanvegin, men kappingin var hinum bátunum var kortini hørð.
Í sjálvari byrjanini vóru bæði Ørvur og Miðvingur serliga væl við, men sum fráleið komu Kvívíkingur og Argjabáturin fram.
Tá gott og væl 500 metrar vóru lagdir afturum, byrjaði Nevið Reyða at økja um munin aftur til hinar bátarnar og tankarnir leitaðu aftur til sannførandi sigurin leygardagin frammanundan. Men soleiðis bleiv tó ikki á vestanstevnu. Nevið Reyða fekk kapping frá Kvívíkingi í endaspurtinum og kom á mál knapt trý sekund framman fyri kvívíkingarnar.
Kappingin um annaðplássið í róðrinum stóð so at siga allan vegin gjøgnum róðurin millum Kvívíking og Ørv. Argjabáturin mátti sostatt taka til takkar við einum fjóðraplássi og trimum stigum.
Kappingin um fyrsta og annaðplássið í føroyameistarakappingini er avgjørd, men triðjaplássið kann fara til antin Argjabátin ella Ørv. Argjabáturin liggur tó tvey stig framman fyri Ørv í kappingini, og báðir bátarnir hava heimasjógv á Ólavsøku.

8 mannafør menn
1 Nevið Reyða 04:36.21
2 Kvívíkingur 04:39.05
3 Ørvur 04:43.02
4 Argjabáturin 04:43.20
5 Árnfirðingur 04:48.06
6 Miðvingur 04:52.03 1G
7 Knørrur 04:54.05