Nevið Reyða er føroyameistari

8-mannafør: Bæði Knørrur og Heiðabáturin vóru í dag frammanfyri Argjabátin

Nevið Reyða úr Klaksvík hevur vunnið FM í kappingini millum 8-mannafør.

Sigurin í dag var tryggur, men hann var ikki so sannførandi, sum hann ofta hevur verið fyrr í ár.

Gongdin og úrslitið í dag bendir á, at tað er møguleiki fyri, at tað á ólavsøku verður annar vinnari enn FM vinnarin.

Heiðabáturin, Knørrur, Ørvur og Argjabáturin vóru allir væl við í startspurtinum. Ørvur dragnaði skjótt, meðan serliga Knørrur og Heiðabáturin, sum als ikki hevur verið við í stríðnum um fremstu plássini í summar, vóru treiskir.

Í endaspurtinum setti Nevið Reyða fult og heilt tingini upp á pláss. Nevið Reyða fleyg tað mesta av einari bátslongd undan teimum báðu næstu. Knørrur vann sera tøttu kappingina um næstfremsta plássið við Heiðabátin.

Hjá Argjabátinum, sum higartil fyri tað mesta hevur verið næstfremstur, gekk tað ikki so væl í dag. Argjabáturin endaði á fjórða plássi.

Úrslitið í dag ber við sær, at undan ólavsøku hevur Nevið Reyða 42 stig, meðan Knørrur hevur 33 stig, Argjabáturin hevur 32 stig, og Heiðabáturin hevur 25 stig.

Uttan mun til hvussu tað fer at ganga á ólavsøku, so ber tað ongum av hinum bátunum til at røkka Nevið Reyða, sum harvið er føroyameistari.

1Nevið Reyða04:37.09
2Knørrur04:39.18
3Heiðabáturin04:39.42
4Argjabáturin04:41.02
5Ørvur04:48.33
1Nevið Reyða42
2Knørrur33
3Argjabáturin32
4Heiðabáturin25
5Ørvur15