Í fjør var tað finaluróður á ólavsøku millum Nevið Reyða og Argjabátin, eftir at hesir báðir bátarnir høvdu vunnið tríggar róðrar í part.
Í dag kappaðust 8-mannaførini í fagrastu líkindum á Vágsfirði, og fyri triðju ferð av trimum var Nevið Reyða fyrst á mál. Tá ið havt verður í huga, at Argjabáturin á eystanstevnu endaði aftanfyri bæði Nevið Reyða og Knørr, so skal nógv venda øðrvísi hjá argjamonnum, enn tað hevur gjørt higartil í ár, um tað skal eydnast at endurvinna FM heitið.
Nevið Reyða vann sera sannførandi sigur ídag. Tað vóru meiri enn tvær bátslongdir aftur til Argjabátin, sum var í stórari kapping um næstfremsta plássið við Knørr.
1 Nevið Reyða 04:57.02
2 Argjabáturin 05:03.05
3 Knørrur 05:03.28
4 Heiðabáturin
5 Ørvur