Nevið Reyða í stórum stíli

Framúr róður og sera sannførandi endaspurtur bar sigurin til Klaksvíkar

Næstsíðsta leygardag var tað heilt merkisvert, tá ið 8-mannaførini róðu. Ta ferðina brotnaði árin hjá øðrum toftumanninum umborð á Nevinum Reyða, og ta ferðina misti Nevið Reyða sigurin í síðsta takinum.

Tá var tað Gullbrandur úr Fuglafirði, sum vann á Nevinum Reyða.

Tí var spenningurin stórur í dag um, hvussu tað fór at roynast hjá Nevinum Reyða, og hvussu árarnar hjá teimum vóru.

 

Startspurturin vísti, at útgerðin riggaði, sum hon skuldi. Nevið Reyða og Gullbrandur vóru beinanvegin í tvíkapping um fremsta plássið. Nevið hevði hug at stinga stavnin framum, men munurin var ikki størri enn so, tá ið teir fóru undir endaspurtin, at tað væl kundi eydnast hjá Gullbrandi at taka sigurin, um spurturin lagaði seg soleiðis, sum hann gjørdi fyri tveimum vikum síðani.

 

Soleiðis varð tað tó ikki. Teir á Nevinum Reyða vístu seg at vera so nógv best fyri í endaspurtinum, tá ið Nevið svam frá Gullbarndi og vann við tí mesta av tveimum bátslongdum.

Stóri spenningurin var um, um tað fór at eydnast Gullbrandi at halda tørn um næstfremsta plássið. Knørrur bjóðaði rættiliga av, men tað eydnaðist akkurát ikki hjá havnarmonnum at taka fuglfirðingar.

Argjabáturin var væl aftari, og Tofta Regin, sum var mannaður at rógva í heimasjógvi, var væl aftastur.

 

Í FM kappingini er spenningurin stórur. Nevið Reyða er framst við 26 stigum, Gullbrandur hevur 25 stig, og Knørrur hevur 21 stig.

1 Nevið Reyða 04.50.01

2 Gullbrandur 04.54.05

3 Knørrur 04.54.15

4 Argjabáturin 04.59.02

5 Tofta Regin 05.35.16

 

Støðan

1 Nevið Reyða 26

2 Gullbrandur 25

3 Knørrur 21

4 Argjabáturin 16

5 Miðvingur 6

6 Tofta Regin 3