ÓLAVUR Í BEITI
Týsdagin boðaði formaðurin frá fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, sum hevur sett Helenu Dam á Neystabø tveir spurningar.
Fyrst vil Lisbeth L. Petersen hava at vita, um stig eru tikin til at seta nevnd at viðgera spurningin um harðskap móti kvinnum? Og í seinna spurninginum verður spurt, um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at gera nakað við spurningin fyri at fáa gongd á málið?
Løgtingið samtykt
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísur Lisbeth L. Petersen á ársfund Útnorðurráðsins í Íslandi í august 1999, har 8 rekommandatiónir vóru gjørdar og samtyktar. Og nummar 5 sigur, at »der nedsættes et arbejdsudvalg, som skal fremlægge forslag om fælles initiativer til at bekæmpe vold mod kvinder i de vestnordiske lande. Her tænkes først og fremmest på initiativer s.s. finansiering og indsamling af oplysninger, forskning omkring vold, markedsføring af kvindegrupper som krisecenter, kvinderådgivning og incestcenter, samt samarbejde om behandlingstilbud mellem landene«.
? Grundarlagið undir samtyktini var lagt á ráðstevnuni »Kvinnupolitiskur Verkstaður«, ið varð hildin í Føroyum á sumri 1999. Á ráðstevnuni luttóku fakfólk úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Ráðstevnan varð hildin eftir tilmæli frá politikarum í Útnorðurráðnum, sigur Lisbeth L. Petersen.
At enda verður eisini nevnt í viðmerkingunum, at í november mánaði samtykti Løgtingið allar 8 rekommandatiónirnar, og ábyrgdina av rekommandatión nr. 5 hevur Almanna- og heilsumálastýrið, og tí setir Lisbeth L. Petersen hesar spurningar til Helenu Dam á Neystabø.