Nevndarformaðurin dyggan stuðul

Rúni M. Hansen varð afturvaldur til formann í Bakkafrost við 100% av atkvøðunum á aðalfundinum í dag. Tað er ikki vanligt í føroyskum feløgum, at nevndarformaðurin verður beinleiðis valdur á aðalfundinum. Vanliga verður nevndin vald á aðalfundinum, og síðani velur nevndin formannin. Men øðrvísi er á Bakkafrost. Av tí at Bakkafrost er skrásett á keypsskálanum í Oslo, so brúkar felagið nakrar norskar siðvenjur. Hetta ber millum annað við sær, at nevndarformaðurin verður beinleiðis valdur av aðalfundinum. Á ársaðalfundinum seinnapartin í dag varð Rúni M. Hansen afturvaldur til nevndarformann. Av teimum gott 72 prosentunum, sum vórðu umboðað á aðalfundinum, fekk nevndarformaðurin 100% av avkvøðunum. Hetta má sigast at vera sera góður stuðul til nevndarformannin. Rúni M. Hansen er einamest kendur innan altjóða oljuverðina, men hann hevur eisini verið sera virkin í føroyskum vinnulívi, har hann áður ma. hevur verið nevndarformaður í Vónini og næstformaður í Føroya Banka í fleiri ár.

Bakkafrost er nógv tað størsta felagið í Føroyum við einum marknaðarvirði uppá 2,5 mia. kr. og 400 starvsfólkum. Felagið stendur fyri 20% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Bakkafrost hevur nógvar altjóða íleggjarar, sum eiga umleið helmingin av felagnum. Hesir eru ma. úr Norra, Breltandi, USA og Finlandi. So ikki kann sigast annað enn, at tað lokala alifelagið á Glyvrum, sum er ein samanlegging av fleiri alifeløgum, í dag er vorðið rættuliga altjóðakent. Størstu føroysku íleggjararnir eru Havsbrún við sløkum 17% og Hans og Regin Jacobsen við umleið 9% hvør.

Úrslitið aftaná skatt var 260 mió. kr. Aðalfundurin í dag samtykti at gjalda 191 mio. kr. í vinningsbýti. Í nevndini í Bakkafrost eru Rúni M. Hansen, formaður, Jóannes Jensen, næstformaður, Trine Sæther Romuld, Virgar Dahl, Annika Fredriksberg og Odd Eliasen.