Í dag sendi Betri samtakið út eitt tíðindaskriv, har man fegnaðist um niðurstøðuna hjá Bárði Larsen um, at skattamálið nú er meldað til løgregluna. Tað kann tykjast undrunarvert, at Betri samtakið beinleiðis fegnast um, at Betri Banki er meldaður til løgregluna, men Torben Nielsen, nevndarformaður sigur, at bankin kann ikki liva í óvissuni.
- Nú kanningin er komin eftir, at man sáar iva um ávís viðurskifti, so er bankin sjálvandi best tæntur við, at man fær eina endaliga, løgfrøðiliga niðurstøðu í málinum, sigur Torben Nielsen, sum sjálvur hevur vart skattamálið og verið nevndarformaður síðani málið gjørdist alment.
- Bankin fær einki burturúr, at vit ikki fáa eina endaliga niðurstøðu, sum kann leggja hetta mál aftanfyri okkum, sigur hann í dag.
Nú liggur málið hjá fútanum, og tað merkir, at ákæruvaldið skal taka støðu til, um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti Betri Banka og soleiðis royna málið í rættinum.