Flogfelagið SAS og SAS flogskiparar úr Danmark, Noreg og Svøríki eru í kvøld vorðin samd um ein nýggjan sáttmála.
Tað sigur nevndarformaðurin í SAS, Carsten Dilling, við svenska Dagens Industri.
– Vit hava eina avtalu. Nú skulu vit bara fáa síðstu undirskriftirnar upp á pláss, sigur Carsten Dilling við miðilin í kvøld klokkan 21.
Hesum vísti SAS tó aftur í einum tíðindaskrivi klokkan 21.29.
– Sjálvt um semingsroyndin er gingin rætta vegin, er eingin avtala undirskrivað millum partarnar.
– Vísandi til niðurstøður í miðlum skal SAS gera greitt, at eingin avtala er undirskrivað. Semingsroyndin heldur fram, stóð í tíðindaskrivinum.
Við Ritzau sigur fakfelagið Dansk Metal, sum donsku flogskipararnir eru limir í, at ein avtala er upp á pláss, men hon er enn ikki undirskrivað.
Fyrr í kvøld hava donsku miðlarnir DR og TV2, sum eru til staðar við samráðingarnar í Stokkhólmi, at ein avtala eru upp á pláss. Tað sama gera norska NRK.
Avtalan er komin í lag, eftir at umleið 900 flogskiparar hava verið í verkfalli síðani 4. juli. Í dag fór verkfallið í ta triðju vikuna.
Tað eru ongar upplýsingar um, hvat stendur í avtaluni.
DR skilir tó, at SAS flogskipararnir kunnu fara aftur til arbeiðis í morgin, eftir at ein nýggjur sáttmáli millum flogfelagið og flogskipararnar er undirskrivað.
Sáttmálin varari til september í 2027, skilir DR. Í hesum tíðarskeiði kunnu flogskiparar ikki fara í verkfall ella endursamráðast um sáttmálan, skrivar NRK.
Sambært DR gevur avtalan flogskiparunum eina evstu arbeiðstíð upp á 60 tímar um vikuna. Harumframt verða uppsagdir flogskiparar undir koronukreppuni settir aftur í starv.
Seint í gjárkvøldið fóru SAS og flogskipararnir hvør til sítt eftir 33 tímar samráðingar. Í morgun tóku partarnir samráðingarnar uppaftur.
Verkfallið hevur ført til fleiri túsund avlýstar flogferðir hjá skandinaviska flogfelagnum, sum eru í stórum fíggjarligum trupulleikum.
SAS arbeiðir upp á at fremja eina bjargingarætlan, sum eitur SAS Forward. Ætlanin skal geva árligar sparingar í milliardaklassanum.
Men samstundis er felagið í stríði við flogskipararnar. Ein partur av bakgrundini fyri stríðnum millum SAS og flogskipararnar er, at SAS undir koronukreppuni mátti siga umleið helminginum av flogskiparunum úr starvi.
Tað var tó avtalað, at teir skuldu setast aftur í starv, tá tað aftur var tørvur á teimum.
Flogskipararnir hava millum annað verið ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar eftir sáttmálum við øðrum treytum í tveimum dóttirfeløgum, SAS Link og SAS Connect heldur enn í SAS Scandinavia.
Síðani mikudagin hevur verkfallið kosta SAS upp ímóti 90 milliónir krónur um dagin. Tað upplýsti flogfelagið í tíðindaskrivi hósdagin.
Har kom eisini fram, at samlaðu útreiðslurnar fyri SAS higartil hava verið upp ímóti 900 milliónir krónur.
/ritzau/