Katrin Gaard, Óluva Zachariasen, Margit Stórá, Hallbera F. West, Eva Benniche og Ann Damgaard
----------------
Í sambandi við nevndarvalið í Atlantic Airways vilja vit hervið heita á teg um at koma við eini grundgeving fyri, hví eingin kvinna var millum tey umboðini, sum tú vegna Føroya Landsstýri hevur valt í nevndina.
Á aðalfundinum hjá Atlantic Airways valdi Vinnumálaráðið vegna Føroya Landsstýri fýra fólk í nevndina hjá felagnum. Øll hesi eru mannfólk.
At Vinnumálaráðið bara velur mannfólk í nevndina undrar okkum sera nógv. Serliga tí Vinnumálaráðið, og harvið tú sjálvur, umsitur javnstøðulógina og javnstøðumál, sum skal tryggja javnrættindi millum kynini.
Tá tú í útvarpinum tann 24. apríl vart spurdur um, hví ongin kvinna var millum tykkara umboð í nevndini hjá Atlantic Airways, svaraði tú, at tit høvdu konsentrerað tykkum um at velja tey best kvalifiseraðu fólkini i hasa nevndina.
Vit hoyrdu svarið, men skilja als ikki grundgevingina. Og tí spyrja vit: Hvat eru tað fyri kvalifikatiónir, sum umboðini hjá Landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum (ella í øllum heiminum) hevur?
Hetta tykir okkum at vera ein sera løgin grundgeving, tí her í landinum eru nógvar kvinnur, sum bæði útbúgvingarliga, fakliga og persónliga eru væl skikkaðar at røkja ein tílíkan nevndarsess. Og tí meta vit tað hava almennan áhuga at fáa at vita, júst hvat hetta eru fyri kvalifikatiónir, sum teir 4 mannligu nevndarlimirnir hjá landsstýrinum hava, sum ongin kvinna eftir øllum at døma hevur.
Eisini er tað rættiliga løgið, at ongin kvinna í øllum norðurlondum ella øllum heiminum av Vinnumálaráðnum verður mett at vera nóg skikkað til at umboða landsstýrið í nevndini hjá Atlantic Airways. Tað er jú ikki óvanligt at velja útlendskar nevndarlimir í føroyskar nevndir.
Atferðin hjá Vinnumálaráðnum í hesum máli má metast at vera í stríð við andan í grein 8 í javnstøðulógini, har allar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu vera javnt samansettar av báðum kynunum.
Tað tykist ógvuliga løgið, at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, sum í vetur hevur ferðast kring landið og tosað um javnstøðu, púrt onki leggur í javnstøðuna, tá samanum kemur.
Eftir okkara tykki hevur tú sum landsstýrismaður í javnstøðumálum eina eyka ábyrgd at tryggja javnstøðu í nevndum, ráðum, ja øllum samfelagnum.
Tí eru vit sera áhugaðar at fáa uppklárað, hví øll javnstøða varð blakað fyri borð í nevndarvalinum hjá Atlantic Airways. Vit endurtaka spurningin: Hvat eru hetta fyri kvalifikatiónir, sum tey 4 umboðini hjá landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum (ella í øllum heiminum) hevur?