Nevndarvalið í Føroya Banka fyri rættin

Føroya rættur skal nú taka støðu til, um alt fór rætt fram fyrr í ár, tá aðalfundurin í Føroya Banka valdi nýggja nevnd Smápartafelagið Blábjørg, summ er partaeigari í Føroya Banka, vil hava rættin at staðfesta, at tað var ikki í samsvari við vitøkur bankans, at nevndin í bankanum umboðaði Íleggingargrunnin undir atkvøðugreiðsluni á aðalfundinum. Stevnarin vísir á, at við hesum umboðaði nevndin 34 prosent av partapeninginum, hóast viðtøkurnar siga, at eingin kann umboða meiri enn 10 prosent av partapeninginum á aðalfundi bankans.

Tí vil stevnarin hava rættin at staðfesta, at tveir av nevndarlimunum eru valdir á óregluligan hátt.

Peter S. Holm, stjóri í smápartafelagnum Blábjørg, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann gjørdi vart við málið longu á aðalfundinumn, men at tað bleiv ikki tikið til eftirtektar. Nú vil hann hava rættin at taka støðu.