Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 26. november í fjør. Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.
Á aðalfundinum varð eisini Meduna Dalsgaard vald í nevndina fyri 2 ár í staðin fyri Selmar Nielsen, sum ynskti nýggjar kreftur framat aftaná at hava sitið nógv ár í nevndini. Magni Dalsgaard varð afturvaldur á ársaðalfundinum í 2009 fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.
Á nevndarfundi tann 6. januar skipaði nevndin seg við Medunu Dalsgaard sum kassameistara og við Magna Dalsgaard sum skrivara og næstformann.
Tiltakslimir í nevndini eru Bárður í Baianstovu og Heidi H. Poulsen.