John Johannessen
Landsstýrismálanevndin hevur ikki gjørt sína skyldu, tá hon kannaði, um Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at í pensjónsmálinum.
Hetta staðfestir løgmaður. Hann vísir á, at nevndin í staðin fyri at kanna málið liðugt, hevur sett fram nakrar spurningar og síðani beint málið yvir á løgmann.
? Hetta er tað sama sum at gera eitt løgfrøðisligt mál til eitt politiskt mál, staðfestir løgmaður.
Brotið stýrisskipanarlógina
Sambært løgmanni hevur landsstýrismálanevndin brotið stýrisskipanina, um hon veruliga er so sannførd um, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg so skeivt at, sum Kristian Magnussen og Edmund Joensen vilja vera við.
? Landsstýrismálanevndin eigur sambært stýrisskipanarlógini at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, metir hon illgruna vera um, at ein landsstýrismaður hevur borið seg óregluliga at, sigur løgmaður, og hesum er Bjørn á Heygum, advokatur, samdur við honum í.
Men landsstýrismálanevndin hevur ikki sett kanningarstjóra at kanna málið. Í staðin hevur hon heitt á skrivara sín um at gera eina frágreiðing um málið.
Grundaður illgruni
Í frágreiðingini frá skrivaranum hjá landsstýrismálanevndini er eingin skrivlig niðurstøða. Har verða í staðin settir fram nakrir spurningar, ið sáa iva, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur borið seg rætt at í málinum.
Hesir spurningar heldur Bjørn á Heygum, advokatur, vera nóg grundaðan illgruna til, at løgmaður loysir landsstýrismannin úr sessinum, meðan ein óheftur kanningarstjóri kannar málið.
Men løgmaður ætlar sær ikki at loysa landsstýrismannin úr sessinum fyrr enn tað løgfrøðiliga er prógvað, at Helena Dam á Neystabø hevur brotið lógina.
? Skal løgmaður koyra landsstýrismannin frá, má hann fyrst fáa eitt juridiskt grundarlag fyri hesum, sigur løgmaður.
Má koma við greiðari niðurstøðu
Løgmaður er ikki nøgdur við, at frágreiðingin frá landsstýrismálanevndini inniheldur spurningar í staðin fyri niðurstøður.
Hetta heldur hann merkir, at nevndin antin ikki er liðug at viðgera málið, ella at hon er liðug og metir landsstýrismannin vera ósekan.
? Er illgruni nóg mikið til, at ein landsstýrismaður verður koyrdur frá, átti eg sjálvur at verið koyrdur frá, tá landsstýrismálanevndin sáddi iva um meg fyrr í ár. Men kanningin hjá kanningarstjóranum vísti nakað annað, sigur løgmaður.
Anfinn Kallsberg fer nú at biðja um fund við landsstýrismálanevndina fyri at vita, um málið er liðugt viðgjørt ella ei.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!
Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.
jh