Nevndin broyttist ikki

Aðalfundur
 
Tað er nú greitt, at tað vera somu fólkini, sum koma at standa á odda fyri Føroya Pedagogfelag hetta næsta árið.
Felagið hevur havt aðalfund og har varð nevndin afturvald, men tveir av tiltakslimunum eru nývaldir.
Jarvin Feilberg Hansen formaður, stóð fyri vali og hann varð afturvaldur. Tað sama gjørdu Maud Vang Hansen og Leila Petersen.
Nevndin fer nú at skipa seg, men formaðurin varð valdur beinleiðis
Afturvaldi formaðurin sigur, at talan var um ein fjølmentan og góðan fund.
Tað vóru eini 300 fólk á aðalfundi og tað er ikki vanligt, at tað eru so nógv fólk á einum aðalfundi.
Eitt, sum tosað varð um, var 25 ára hátíðarhaldið hjá felagnum næsta ár.
Tað ætlar felagið at gera eitt sindur burturúr við at varpa meiri ljós á tað pedagogiska økið, tí tað heldur formaðurin ikki, hevur verið gjørt í nóg stóran mun.
Tí ætlar felagið at skipa fyri fundum, ráðstevnum og øðrum ígjøgnum alt árið 2007.
Á aðalfundinum legði formaðurin dent á, at Pedagogfelagið vil heldur vera viðspælari hjá politiska myndugleikanum, heldur enn ein mótspælari. Men tá ið landsstýrið herfyri ætlaði at broyta dagstovna lógina, uttanum felagið, skapti hetta óneyugar trupulleikar, men tað endaði so við, at broytingarnar vórðu tiknar av skrá, í hvussu so er fyribils.