Nevndin heldur fram í Føroya Ellisakførum

Limir í Føroya Ellisakførum ikki ikki væl nøgdir oljufeløgini, og teir halda, at oljufeløgini eru komin stak illa frá umleggingini til nýggja bensinið, tú bara tvær pumpur verða í landinum, sum selja bensin til ellisakfør. Ein í Havn og ein í Søldarfirði

 

Áhugafelagið Føroya Ellisakfør hevði ársaðalfund leygardagin, har nevndin varð afturvald.

 

Leygardagin 9. mars 2024 var árligi aðalfundurin hjá Føroya Ellisakførum. 

Umleið 17 limir vóru møttir. Nevndin var ikki fullmannað, Ragnar Joensen og Jóan Pauli Jespersen vóru í arbeiðsørindum uttanlands, og Oddmar Kruse var burturstaddur. 

Í formansfrágreiðingini greiddi Oliver Andreasen, formaður frá, at sum flestmu kunnugt, so var eitt brádligt formansskifti í 2023 Sitandi formaðurin, Ragnar Joensen, fór í nýtt starv uttanlands og ynskti í tí sambandi at takka fyri seg sum formaður í felagnum.

– Vit í felagnum takka eisini Ragnari fyri hansara tíð sum formaður. 

Heitt var á Oliver Andreasen at taka eitt tørn afturat sum formaður, og hesum játtaði hann. 

– Felagið er aktivt, og eru vit til fleiri tiltøk hvørt ár her kunnu nevnast Flaggdagskoyring - Bilafestivalurin á Svangaskarð – Fuglafjarðar Bilatreff og fleiri mentunartiltøk. 

##med2##

Felagshúsið 

Felagshúsið er málað og gamla oljufýrið er skift út við grøna Hitapumpu. 

##med3##

Brunnurin

Tað eru 31 akfør og um 12 motorsúkklur í brunninum. Hvørt akfar hevur sítt egna pláss og sær út til, at limirnir hava funnið út av hesum. Nýggja elektroniska lásaskipanin hevur virka væl. 

Nevndin hevur umrøtt at hyggja nærri at umstøðunum uttan fyri brunnin og at heita á Tórshavnar kommunu um at hjálpa til at hampa og asfaltera økið.

Portalurin til innkoyringina til brunnin krevur ábøtur, heitt var á Hjáplirót um at geva eitt tilboð upp á at leggja steinar í vangarnar á innkoyringini og tryggja, so at ikki meir grót dettur úr grótlaðingini, men tilboðið var í hægra enda, og helt nevndin, at eftir sum at tað er kommunan sum eigur bygningin, at tey kanska kundu verið við til at bøta um umstøðurnar. 

##med4##

Brunnumsjón: 

Vit hava fingið Brunnumsjón. Nevndin er sera glað fyri, at Børge Due Sørensen og Martin Heinesen hava boðið seg fram at hava umsjón við brunninum. Hettar er sera umráðandi, so vit kunnu halda ein standard, hvat trygdini viðvíkur, tvs at ikki er loyvt at arbeiða ella gera ábøtur á akførini inni í brunninum, eisini um okkurt skuldi verð áfatt er gott at hava persónar at heita á.

##med5##

Ymiskt: 

Oljufeløgini hava nú skift til nýtt slag av bensini sum eitur E10. Hettar bensin er ikki vælegnað til eldru akførini, og í tí sambandi sendu vit eitt skriv til Magn og Effo um, hvussu fór at vera frameftir. At byrja við vildu oljufeløgini selja 95 oktan bensini í 20 ltr dunkum, men eftir at Brandmeistarin hevði frárátt at selja í dunkum, fer Magn at selja í Søldarfirði og Effo á støðini á Argjum.

Menn vóru á einum máli, um at oljufeløgini vóru komin stak illa frá skiftinum til E10 bensin, og at skotbráið og kunnan vóru og stutt og vánalig, og at hava bara tvey støð at selja 95 oktan bensin hildu teir flestu vera ov lítið at bjóða – hvat við teimum í Suðuroy?

Ongin av uppmøttu limunum høvdu áhuga at koma upp í nevndina, so øll nevndin tók við afturvali.

Eftir fundin var borðreitt við smyrjibreyð og ymiskum at sløkkja tostan við. 

 

##med6##

Nevndin hevur skipaði seg soleiðis. 

Formaður: 

Oliver Andreasen 

Næstformaður: 

Jóan Pauli Jespersen 

Kassameistari: 

Hilbert Elisson 

Lýsingarstjórið/samskipari: 

Ragnar Joensen 

Nevndarlimir/samskipari: 

Oddmar Kruse 

Nevndarlimir: 

Birgir Johannesen & Sofus Gilsstein 

Brunnumsjón (ikki partur av nevndini) 

Børge Due Sørensen & Martin Heinesen.