Nevndin í Autismufelagnum hevur skipað seg

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 26. mars 2022.

 

Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Serliga vóru hesi økir viðgjørd:

 

Autismufelagið – nú á fíggjarlógini

 

ADHD-/Autismuvegleiðingin

 

Tann góða tilgongdin

 

Heimaráðgevingin - Almannaverkið

 

Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriin

 

Hagtøl

 

Psykiatriski depilin (vaksnamannapsykiatriin)

 

Bú- og umlættingarstovnur

 

Autismuflokkurin á Glasi

 

 

 

Á fundi 9. mai skipaði nevndin seg soleiðis:

 

Forkvinna: Jónrit Halling

 

Næstformaður: Djóni á Boðanesi

 

Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen

 

Kassameistari: Randi Durhuus

 

Nevndarlimur: Gyða Johansen

 

Nevndarlimur: Malan Wacher

 

Nevndarlimur: Elsbeth Joensen

 

Tiltakslimur er Bartal Højgaard

 

 

 

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna at tey standa ikki einsamøll.

 

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann  gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja Gerst limur.