Nevndin í Ellisakførum skipað seg

Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør var leygardagin 28. mars 2015.

Ársaðalfundur hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør var leygardagin 28. mars 2015.

 

Góð uppmøting var til fundin, sum var eftir viðtøkum felagsins, ið lýstur var bæði í felagsblaðnum og heimasíðuni í góðari tíð, umframt eisini við SMS-skipanini.

 

Nevndin í Føroya Ellisakfør hevur skipað seg soleiðis: Eirikur Ólason Simonsen er formaður, Finn Jespersen, næstformaður og fyriskipari tiltøkum, Hans Jákup Michelsen er kassameistari, Petur Julian Johannesen er skrivari og tekur sær av brunnumsjón og Martin Heinesen er lýsingastjóri og samskipari av ellisakførum. Eykalimir eru Búgvi Apol og Herluf A. Johansen.

 

- Eftir aðalfundin komu Áki Dimon og Thomas Michael Smith at greiða okkum frá sera áhugaverdum koyritúrum gjøgnum Evropa, bæði á traðkisúkklu og motorsúkklu. Hesar evropaferðir vóru í 1952 og 1953 og aftur í 1957.

 

Í Føroya Ellisakførum siga tey, at hetta var ein rættiliga forvitnislig og áhugaverd frágreiðing við nógvum myndum á stórskíggja.