KT-felagið hevði aðalfund mikudagin 10. apríl, har Fróði Magnussen varð valdur til formann.
Tað skrivar Vinnuhúsið.
Á aðalfundinum vóru Fróði Magnussen og Niels Christian Nolsøe afturvaldir. Harumframt var Ólavur Ellefsen valdur í nevndina.
Kristian Davidsen og Christian Nagata eru eisini í nevndini. Teir stóðu ikki fyri vali hesu ferð.
Nevndin í KT felagnum sær sostatt soleiðis út: Fróði Magnussen, Niels Christian Nolsøe, Christian Nagata, Kristian Davisen og Ólavur Ellefsen. Gudny Langgaard varð vald sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Fróða Magnussen, stjóra á Formula, sum formanni.
KT-felagið er felag hjá føroysku KT-feløgunum og endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál, soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Felagið hevur 12 limir og hjá limunum starvast yvir 500 starvsfólk. Árligi umsetningurin hjá limunum er yvir 600 milliónir krónur.