Nevndin í Lærarafelagnum standa skúlarætt

Nakrir av yngru lærarunum eru ónøgdir við nýggju tryggingina, sum nevndin í Lærarafelagnum fyri stuttum hevur teknað. Spurnaðartekin verður sett við, um sáttmálin yvirhøvur er undirskrivaður. Teir halda ikki, at kunningin hevur verið nøktandi og hava tí sett nevndini ein fyrispurning

 

Í opnum brævi til Lærarafelagið hevur ein bólkur av lærarum sett fram fyrispurning viðvíkjandi nýggja sáttmálanum, sum nevndin hevur teknað. Hóast sáttmálin varð samtyktur á aðalfundi, halda ungu lærararnir ikki, at nevndin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.

- Fyrispurningurin snýr seg um sjálvan sáttmálan, sum er gjørdur við LÍV. Sáttmálin er ikki komin út til limirnar, og man hevur als ikki sæð sáttmálan, hvat hann í veruleikanum gongur út uppá. Hann er nógv broyttur frá tí gamla sáttmálanum, og á aðalfundinum, tá hann varð samtyktur, varð sjálvur sáttmálin ikki lagdur fram, sigur Magnus Tausen, sum er við í einum bólki við eini átta lærarum, ið hevur sett fyrispurningin.

Teir síggja ongan fyrimun við nýggju ískoytiseftirlønini, sum er ein partur av samlagstryggingini, men vísa hinvegin á, at teir missa nógvan pening yvir eitt longri tíðarskeið við at vera við í hesi skipan.


Er sáttmálin galdandi?

- Tað vísir seg, at tað, sum vit hava fingið, hvørki er dagfest ella undirskrivað, og tí er spurningurin, um nakar sáttmáli yvirhøvur er undirskrivaður. Vit vita ikki, um Fíggjarmálastýrið hevur góðkent sáttmálan, og um hann er endaliga undirskrivaður, ella um hann enn bara er fyribils, sigur Magnus Tausen.

- Um ónøgd er við sáttmálan, og hann framvegis ikki er undirskrivaður, so er tað eitt gott høvi at bøta um sáttmálan, sigur Magnus Tausen.

Í fyrispurninginum verður spurt um sáttmálin er undirskrivaður, og um so er, hvør hevur skrivað undir, og nær hann verður settur í gildi.

Enn er ikki greitt, um nevndin fer at svara fyrispurninginum, og hon hevur ikki svara fyrra fyrispurninginum enn, sum bólkurin av lærarum hevur sett.

- Kunningin frá Lærarafelagnum hevur verið so mikið vánalig, at tað hava vit átikið okkum at gera, og nú hava limirnir sæð, hvat sáttmálin gongur út uppá, sigur Magnus Tausen.

- Tað, sum er ógvuliga tyngjandi fyri nevndina, er, at høvuðsmaðurin í samráðingunum fer frá um stutta tíð og fær sostatt eitt útgjald á 100.000 krónur. Hann og nakrir av limunum fáa sostatt eitt sera gott persónligt úrslit, sigur Magnus.

Bólkurin vísir á, at samráðingarmannagongdin hevur verið ivasom, tí ein persónur hevur ført samráðingarnar, og nakrir persónar í nevndini hava fingið eitt gott úrslit.


Gjørt útrokningar

Yngru lærararnir hava gjørt heimaarbeiðið til hesa uppgávuna, og teir hava fingið útrokningar til vega, sum vísa, at tað als ikki loysir seg hjá einum ungum lærara í hesi skipanini.

- Vit fara at leggja onkrar uppsparingarútrokningar frá peningastovnunum fram. Eina alternativa uppsparing, sum vísir, hvat ein lærari kundi fingið burturúr, um hann gjørdi egna uppsparing.

Lærararnir eru spentir, um Lærarafelagið fer at svara fyrispurninginum, og teir ætla sær at arbeiða víðari við hesum málinum. Magnus Tausen sigur, at tað kann enda við, at undirskiftir verða savnaðar til ein eyka aðalfund við tí endamáli at endurskoða sáttmálan.

- Ónøgd er heilt avgjørt millum lærararnar, og trupulleikin er heilt einfalt, at vit vita ov lítið um hesa tryggingina. Ongar útrokningar vórðu lagdar fram á aðalfundinum, og eingin talva varð víst. Dentur varð lagdur á eitt dømi, har ein kvinna sat eftir við børnum eftir eitt deyðsfall. Tí varð sáttmálin sjálvandi samtyktur.

Magnus Tausen heldur ikki, at hetta var serliga sakliga gjørt, tí um vilji var til at kunna allar limirnar, so vóru vansarnir við sáttmálanum eisini komnir til sjóndar

- Nevndin sigur, at hetta er gjørt í besta fakfelagsanda, men spurningurin er, hvussu langt tú vilt toyggja henda fakfelagsanda, tí onkur hevur eitt roknistykki, sum er 200.000 krónur eftir reyv. Eitt fakfelag kann ikki loyva sær at binda limirnar á ein slíkan hátt, sigur Magnus Tausen.

Ynski hjá bólkinum er, at fáa eftirlønarískoyti har piparið grør, og halda fast við tryggingina.

- Vit halda, at Lærarafelagið skal hava eina trygging, sum er eins fyri allar limirnar, sigur Magnus.