Nevndin liggur á uppskotinum um SALT

Løgtingið feldi uppskotið um at tvinga eitt mál úr aftur fíggjarnevndini

Ein av orsøkunum til at saltsilan á Drelnesi ikki verður gjørd liðug er, at tað mangla 1,5 milljónir krónur.

 

Andstøðutingfólk hava lagt uppskot fram um, at tingið játtar hesari upphædd. Málið var beint í fíggjarnevndina, men sjálvt um vanlig avgreiðslutíð er farin, so er onki álit komið frá nevndini.

 

Tí heitti andstøðan í einum uppskoti í dag á formannsskapin um at áleggja nevndini at koma við einum áliti í málum.

 

Hetta uppskot fekk 15 atkvøður fyri og 15 ímóti og fall sostatt.

 

So málið liggur framvegis súltað í fíggjarnevndini.