Tann 29. apríl hevði Føroya Felag móti Krabbameini ársaðalfund, og val av nýggjari nevnd var á skránni.
Í nevndini sita nú Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen, Agnar á Dul, Gisela Djurhuus og Eliesar Olsen. Tiltakslimir eru Jónvør Christiansen og Davina Lamhauge.
Jákup N. Olsen er formaður, Helena Dahl Olesen er næstformaður og Agnar á Dul er kassameistari.
Í nevndini fyri Hjálpargrunnin sita Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen,og Eliesar Olsen.