Nevndin skúgvað til viks

Hóast tað er upp til nevndina í Atlantic Airways at skipa seg, so dikteraði Johan Dahl, hvør skuldi verða nevndarformaður í felagnum

Miðlahúsið hevur fingið innlit í samskiftið, sum var millum Vinnumálaráðið og Atlantic Airways, tá nýggjur nevndarformaður skuldi veljast fyri Bjarna A. Bjarnason, sum gavst í ótíð.

 

Í fyrispurningi sínum til Djóna Thomassen, sum vanliga er fundarstjóri til aðalfundir hjá Atlantic Airways, staðfestir leiðandi løgfrøðingurin í Vinnumálaráðnum millum annað, at landsstýrismaðurin einsamallur kann gera av, hvør skal veljast í nevnd og verða formaður.

 

Til hetta svarar Djóni Thomassen:

 

“Nevndin skipar seg sjálva eftir § 15 í viðtøkunum. Formaðurin verður ikki valdur beinleiðis av kapitaleigarunum. “

 

Hóast hetta, so hevur Johan Dahl sagt, at tað var hann sum valdi Niels Mortensen til nevndarformann. Og hann hevur eisini staðfest, at hetta gjørdi hann, hóast tilnevningarbólkurin, ið sambært aðalfundarsamtykt varð settur at gera tilmæli, peikaði á annan kandidat.