Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fanst hvassliga at nevndini í Smyril Line í Løgtinginum í kvøld -Eg undrist á arbeiðsháttin hjá nevndini í Smyril Line. Vit hava ikki sæð hana, og tað man vera ørkymlandi hjá einari leiðslu at arbeiða uttan at síggja nevndina.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, var ógvuliga bersøgin og hvassorðaður, tá hann hevði orðið í Løgtinginum fyri løtu síðani í sambandi við viðgerðina av málinum um at seta pening í Smyril Line.
-Nevndin í Smyril Line er rýmd frá ábyrgd. Tað muggu vit gera okkurt við, og tað verður eisini gjørt, segði Jóannes Eidesgaard og sipaði til, at sambært uppskotinum hjá landsstýrinum fær landið meirilutan av nevndini í Smyril Line.
-Vit vilja fegin hava medábyrgd, men vit vilja eisini hava ávirkan, segði Jóannes Eidesgaard.