Newcastle bankaði United

Manchester United tapti í kvøld heili 3-0 móti Newcastle. Demba Ba og Yohan Cabaye løgdu heimaliðið á odda, áðrenn Phil Jones gjørdi sjálvmál. Í hinum dystinum í kvøld skoraði ein málmaður við útsparki.

 

Sir Alex Ferguson hevði valt Anders Lindegaard framum David De Gea í málinum, og Wayne Rooney var aftur við frá byrjan. Newcastle setti seg tíðliga á dystin og tóktust sera tendraðir. Newcastle kom á odda aftaná ein hálvan tíma, tá Demba Ba hengisliga megnaði at flúkta bóltin í handara málhorn.

 

Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Yohan Cabaye økti til 2-0. Talan var um eitt framúr fríspark, sum Anders Lindegaard einki kundi gera við.

 

Eitt korter fyri tíð skifti Sir Alex Ferguson ein taman Wayne Rooney út fyri Anderson. Manchester United hevur í ár havt trupulleikar á málmandspostinum. Í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð riggaði samskiftið millum Anders Lindegaard og Phil Jones ikki. Tað endaði við at Phil Jones beindi bóltin í egi mál til stóra gleði fyri megin partin av áskoðarinum.

 

Í hinum dystinum í kvøld hendi tað løgna, at ein málmaður skoraði. Um miðjan seinna hálvleik sparkaði Tim Howard, málverji hjá Everton, út. Bólturin fór við nógva vindinum og beint í Bolton málið. Málið kann síggjast HER

 

Tað eydnaðist tók botndroppinum at venda dystinum stutt eftir. Fyrst javnaði fyrrverandi Liverpool framherjin, David N’gog. Síðani legði Gary Cahill Bolton á odda. Hann hevur annars verið settur í samband við Chelsea.

 

Premier League:

 

Newcastle – Manchester United 3-0

Everton – Bolton 1-2