Ein av størstu arvafíggindappgerðunum í bretskum fótbólti eru dystirnir ímillum Newcastle og Sunderland. Dystirnir ímillum hesi lið bera heitið Tyne-Wear Derby. Newcastle og Sunderland eru grannabýir í norðara partinum av Onglandi - bert 19 kilometrar skilja býirnar báðar.
Fyri fjeppararnar hjá hesum liðum eru júst hesir dystir helst teir týdningarmestu í øllum kappingarárunum. Hetta sást týðiliga í dystinum ímillum Newcastle og Sunderland sunnudagin, ið endaði 1-1.
Støðan var 1-0 til Sunderland, tá ið Aleksandar Mitrovic eftir 83 minuttir javnaði til 1-1. St. James Park, heimavøllurin hjá Newcastle, var á gosi í hesi løtu, og gleðirómurin var so stórur á einum fjeppara hjá Newcastle, at hann gjørdi ikki mætari enn at renna inn á vøllin at feira málið saman við Mitrovic. Sum sæst á myndini omanfyri, so endaði tað við, at bæði Mitrovic og fjepparin duttu um hvønn annan, men tó hevði Mitrovic somikið av yvirskoti, at fjepparin fekk eitt klemm, áðrenn ein trygdarvørður førdi fjepparan av staðnum.
Hóast upplivingin hjá fjepparanum, 35 ára gamla John West, óivað var góð, so sleppur hann ikki snikkaleysur fyri at hava runnið inn á sjálvan fótbóltsvøllin. Bretska BBC skrivar, at West skal møta í rættinum 6. apríl. Inntil tá fær fjepparin eisini fyribils forboð ímóti at seta fótin inn um St. James Park. Treytað av rættardóminum verður leikvallarforboðið hjá ídna viðhaldsmanninum møguliga longt.
Løtan, tá ið kenslurnar tóku yvir hjá bæði Aleksandar Mitrovic og John West kann síggjast HER. Danska TV3Sport eigur upptøkuna.