Newcastle hevur gjørt fyrsta stóra keypið

Premier League: Tað er serliga í verjupartinum, at Newcastle hevur brúkt nýggju oljumilliónirnar úr Saudiarabia

Newcastle boðaði í gjár frá, at felagið hevur keypt hollendska verjuspælaran Sven Botman frá franska Lille. 22 ára gamli miðverjin kostar Newcastle umleið 275 milliónir krónur.

 

Newcastle hevur í summar keypt tríggjar nýggjar spælarar. Vinstra bakkin Matt Target, málverjan Nick Pope og nú Sven Botman. Við nýggjum eigarum úr Saudiarabia hevur Newcastle bjóðað av í seinastu flytingarvindeygunum.

 

Sven Botman er høgt í metum og hevur verið settur í samband við AC Milan. Newcastle royndi at keypa hann í vetur, men tað eydnaðist ikki. Ein annar, sum Newcastle royndi at keypa í vetur, var 20 ára gamli áleyparin Hugo Ekitike. Her verður sagt, at umboðsmaðurin hevur verið so órímiligur, at sjálvt ikki oljumilliarderarnir úr Saudiarabia tíma at spæla við.