Newcastle í Inter-Toto

Við einum 1-0 sigri á meistarunum úr Chelsea vann Newcastle seg akkurát somikið upp á talvuna, at liðið sleppur í Europa komandi heyst. Tað verður tó gjøgnum bakdyrnar, tí Newcastle noyðist at spæla Inter-Toto fótbólt, har høvuðsvinningurin eru trý atgongumerki til UEFE-Cup. Soleiðis eydnaðist Glen Roeder at flyta Newcastle heilt langt, eftir at hann tók við eftir sekkjaða Graeme Souness, men nóg mikið til fast starv í felagnum er tað tó neyvan. Hóast hetta er ynskið hjá Newcastle, so hevur Roeder ikki neyðugu pappírini at standa sum venjari í Premier League.