Newcastle skal aftur á beint

Premier League er aftur á skránni hetta vikuskiftið og í dag eru flestu av botnliðnum á vøllinum. Bæði Chelsea og Newcastle skulu vinna fyri at halda fast í oddinum. Seks dystir eru í dag, meðan fýra teir seinastu í hesum umfarinum verða í morgin.

 

Newcastle fær í dag vitjan av Swansea, sum saman við hinum uppflytarinum hevur staðið seg væl. Venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, hevur í viku váttað, at fleiri feløg eru eftir miðvallar stríðsmanninum Cheik Tiote. Newcastle hevur eftir eina góðan byrjan bara fingið eitt stig í fýra dystinum. Tað stigið kom tó móti Manchester United á Old Trafford.

 

Føroysku Chelsea fjepparnir hittast í dag og skulu síggja sítt lið spæla móti Wigan á útivølli. Chelsea hevur fingið eina misjavna byrjan, men við sigrum á Newcastle og Manchester City, umframt víðari luttøku í Champions league, hevur felagið fingið gongd á kappingarárið aftur.

 

Everton hevur framvegis lítið av pengum at arbeiða við, men felagið kunngjørdi í vikuni, at teir hava leigað Landon Donovan frá LA Galaxy í tveir mánaðir. Amerikumaðurin hevur fyrr verið í Everton. Liverpool felagið tekur móti Norwich, sum fyri viku síðan vann 4-2 á Newcastle.

 

Eitt kroyst Blackburn tekur móti WBA. Blackburn er í stórum trupulleikum og viðhaldsfólkini vilja hava venjaran, Steve Kean, frá. Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Europa League í summar, Fulham, skal á heimavølli spæla móti Bolton. Wolverhampton er á heimavølli móti Stoke, sum í Europa League skal møta spanska Valencia.

 

Premier League:

 

Blackburn – WBA (15:00)

Everton – Norwich (15:00)

Fulham – Bolton (15:00)

Newcastle – Swansea (15:00)

Wolverhampton – Stoke (15:00)

Wigan – Chelsea (17:30)

 

Í morgin:

QPR – Manchester United (12:00)

Aston Villa – Liverpool (14:05)

Tottenham – Sunderland (15:00)

Manchester City – Arsenal (16:10)