Eitt enskt felag, sum hevur fitt av føroyskum fjepparum, er siðbundna Newcastle. Tað eru nøkur ár síðani, at Newcastle plagdi at teljast ímillum betru ensku liðini, sum snoddaðu til t.d. Champions League-pláss, og í dag rør Newcastle í tungum sjógvi í Premier League. Eftir 20 umfør er Newcastle nummar 18 í deildini við 17 stigum. Harvið er Newcastle undir niðurflytingarstrikuni. Tvey stig eru upp til Swansea, ið er røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Sæð í ljósinum av støðuni hjá Newcastle er tað tískil ikki løgið, at felagið velur at styrkja seg. Í gjár varð kunngjørt, at Henri Saivet, sum er álopssinnaður leikari, er komin til felagið. Newcastle hevur goldið umleið 50 milliónir fyri spælaran, ið spældi við Bordeaux áðrenn.
Enn meira áhugavert er tað tó, at sambært bretska Sky Sports, ið plagar at hava grein í sínum máli, so hevur Newcastle boðið 120 milliónir fyri skallutta miðvallarleikarin, Jonjo Shelvey, sum áður hevur spælt við Liverpool. Swansea hevur góðtikið tilboðið, sambært Sky Sports, og tískil stendur upp tað upp til Shelvey sjálvan, um hann vil til Newcastle ella ikki.
Newcastle hevur møguleikan at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna, tá ið dystur verður spældur í kvøld. Hetta krevur tó ein sigur ímóti Manchester United, ið vitjar á St. James Park.