Newcastle hevur keypt Papiss Demba Cisse frá týska Freiburg. Prísurin verður mettur at liggja um 90 milliónir krónur fyri framherjan úr Senegal, sum hevur skrivað ein fimm og eitt hálvt ára sáttmála við Newcastle.
Felagið hjá Jóan Símuni Edmundssyni hevur góðar royndir við at keypa framherjar úr Senegal. Í summar tryggjaði felagið sær Demba Ba, sum eins og Papiss Demba Cisse er á landsliðnum hjá Senegal, sum í hesum døgum ger klárt til endaspælið um afrikanska meistaraheitið.
Tað var seint í gjár, at Sky Sports visti at fortelja, at 26-ára gamli Freiburg framherjin var í Newcastle. Hann var annars settur í samband við grannarnar og arvafíggindarnar Sunderland.
- Tað er ein heiður at spæla við einum so stórum felagið, segði maðurin, sum hevur skotið níggju mál í 15 dystum fyri Freiburg í ár.
Papiss Demba Cisse er keyptur sum avloysara fyri Andy Carroll, sum fyri einum ári síðan skifti til Liverpool. Hann fær somuleiðis troyggjuna við 9-talinum á, skrivar BBC.
Framherjin úr Senegal gjørdist í fjør nummar tvey á toppskorara listanum í týsku Bundesligaðini.