Newcastle vildi ikki sleppa Arsenal

Premier League: Arsenal slapp ikki avstað í oddinum, eftir málleysan javnleik móti Newcastle

17. umfar í Premier League verður avgreitt í vikuni. Í kvøld var stóri dysturin Emirates leikvøllinum, har oddaliðið Arsenal tók móti meistaraavbjóðaranum úr Newcastle. Tað endaði við málleysum javnleiki, sum gestirnir vóru meira fegnir um.

 

Arsenal var leikliga omaná frá byrjan, men tað eydnaðist ongantíð at fáa hol. Sum tíðin gekk, so vísti Newcastle sterkt verjuspæl og stóð ímóti. Tað bleiv dramatiskt í yvirtíðini, tá Arsenal vildi hava brotsspark. Sjónbandamyndirnar vísa, at bólturin fór í hondina á einum verjuspælara hjá Newcastle, men dómarin gav bara hornaspark. Arsenal er framvegis oddalið.

 

Manchester United bjóðar Newcastle av í stríðnum um Champions League plássini. Manchester United vann greiðan 3-0 sigur á AFC Bournemouth á Old Trafford, meðan venjarin hjá Everton, Frank Lampard er undir trýsti. Everton tapti heili 4-1 á heimavølli móti Brighton og er í niðurflytingarvanda.

 

Eisini vann Fulham 1-0 á Leicester. Aleksandar Mitrovic skoraði málið. Fulham liggur á sjeynda plássi, sum er avbera flott fyri ein uppflytara. Í annaðkvøld er stóri dysturin millum Chelsea og Manchester City.

 

1Arsenal17142140:1444
2Manchester City16113244:1636
3Newcastle1898132:1135
4Manchester Utd17112427:2035
5Tottenham1793533:2530
6Liverpool1784534:2228
7Fulham1884630:2728
8Brighton1783632:2527
9Brentford1868430:2826
10Chelsea1674520:1825
11Crystal Palace1664617:2122
12Aston Villa1763819:2521
13Leicester18521126:3117
14Leeds1644823:2916
15Bournemouth18441018:3916
16Everton1836914:2415
17West Ham17421113:2214
18Nottingham F.1735912:3414
19Wolves17341010:2613
20Southampton17331115:3212