07 Vestur góðan morgunmat í Sørvági

Bæði leygarmorgunin og sunnumorgunin verður høvi hjá fólki at keypa sær góðan morgunmat í felagshúsinum hjá 07 Vestur.

 

 

Í kvøld eru fleiri konsertir á skránni á Sørvágs Country & Bluesfestivali, har seinasti bólkurin fer á Dugna-pall klokkan 01.30, og seinasti bólkurin fer á Stakka-palli klokkan 00.35.

Tá morgindagurin kemur, selir 07 Vestur til góðan morgunmat & brunsj í felagshúsinum, og soleiðis verður eisini sunnumorgunin. Morgunmaturin í morgin byrjar klokkan 10.

Tað er serliga leygardagurin, sum verður hin stóri dagurin í Sørvági, og her verður lagt fyri klokkan 13, tá bilar koma til Trucker-festivalin, sum annars verður úti á Bakka í Sørvági sunnudagin klokkan 13.

Bæði í morgin og leygarkvøldið verður nógvur tónleikur á skránni, og her verða fleiri bólkar at hoyra, bæði á Dunga-palli og Stakka-palli, sum lesast kann um á www.country.fo.

Klokkan 15 leygardagin verður barnatiltak við Rógva B. Dam á Dunga-palli, og her fer annars fyrsti tónleikabólkurin á pall klokkan 20.

Bæði á Dunga-palli og Stakka-palli verða tónleikaframførslur alt leygarkvøldið.

Seinasti bólkurin fer á Dugna-pall leygarkvøldið klokkan 01, og seinasti bólkurin fer á Stakka-pall klokkan 02.