TIÐINDI     SOSIALURIN

Ongin sól er til men hon skínur kortini

Barnasjónleikur, yrkingarsavn, bók um brekað í Føroyum og viðurkenning fyri stimbran av føroyska tónleikaralívinum vóru tey, sum heiðrað vórðu við virðislønum M. A. Jacobsen?s og Tórshavnar Býráðs á samkomu á Býarbókasavninum mikukvøldið



Sjónleikarabólkurin Gríma, Petur Jensen, Doris Hansen og Ólavur Hátun vóru tey, sum fingu bókmentavirðislønirnar í ár.

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, handaði allar viðrislønirnar.

Og tey vóru har øll somul, sum halda seg hava nakað við føroyska mentan at gera.

Tey, sum skuldu hava virðislønir handaðar, avvarðandi, deyvatulkurin og so onkur annar, sum bara av forvitni var komin framvið. So nógv vóru tey, at hølið tók ikki og fólk stóðu í gongini, tá byrjað varð.

Formaðurin í mentunnarnevnd Tórshavnar Býráðs, Klæmint Olsen, beyð vælkomin. Aftan á spældi ein næmingur frá Tórshavnar Musikskúla eitt stykki á klaverið.


Sjónleikurin heiðraður

Malan Jacobsen kunngjørdi, at sjónleikarabólkurin Gríma fekk barnabókmentavirðisløn Tórshavnar Býráðs. Í grundgevingini fyri at geva Grímu hesa viðurkenning verður sagt:

»Hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið góðar, hevur Gríma uttan íhald spælt fjølbroyttar barnaleikir, bæði upprunaligar og týddar, ið hava heft seg í medvitið hjá áskoðarunum.

Sjónligt er, at dentur hevur verið lagdur á ta leiklistarligur pallmyndina.

Nevndin metir Grímu at hava fingið gott samspæl í lag við børnini.

Á leiklistarliga økinum virðismetir nevndin hug teirra og hegni at veita áhugaleikarum kring landið eina hjálpandi hond.«

Laura Joensen tók vegna Grímu móti heiðursbrævinum og einum kekki upp á 10.000 krónur, sum fylgdi við.

Eftir at Laura Joensen hevði takkað fyri heiðurin, framførdi Gríma eitt stutt brot út leikinum Oliver Twist, sum bólkurin fer at sýna í næstum.


Svakir alkoholikarar

Ungi gøtumaðurin, Petur Jensen, fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingarsavnið ?Ongin sól er til?.

Við hesari heiðurslønini, eins og hinum trimum M.A. Jacobsen heiðurslønunum, fylgdi ein skattafríur kekkur á kr. 14.000.

Petur Jensen segði í takkartalu síni, at fólk hildu helst yrkjarar vera nakrar depressivar, svakar alkoholikarar, sum eftir at gravsteinar teirra vóru farnir at døgga, gjørdust okkara ringa samvitska, og síðan vórðu viðurkendir.

Hann var tí ógvuliga glaður, segði hann, at hann fekk hesa áðrenn gravsteinurin var vorðin gamal.

»Og hon skínur kortini,« segði Petur Jensen, tá hann fekk kekkin, og sipaði til heitið á bókini og sólina, sum hann sigur ikki vera til.

Í grundgevingini, sum Eyðun Andreasen las, verður sagt:

»Millum tey ungu skaldini, ið taka seg fram hesi árini, hevur Petur Jensen, við øðrum yrkingarsavni sínum, vunnið sær eitt støði, sum óivað fer at hava týdning fyri føroyska skaldskap frameftir. Royndir hansara á yumsum økjum, ikki minst innan livandi, rútmiska tónleikin, vísa á nýggjar leiðir, har skaldskapurin fær fleiri keldur og víðari ræsur, enn hann hevur havt áður, og nýggja savnið vísir, at her eru kenslur og gávur, ið búnast skjótt.«

Petur Jensen helt í takkarrøðu síni, at hann var bara sloppin at gera tað, hann elskaði, og tað var ikki so lítil frammíhjárættur.

Hann segði, at tá hann yrkti, leitaði hann eftir tí stilla og friðarliga. Men yrkingin mátti gerast við orðum.

» Og orð hava ofta lyndi til at bróta hetta friðarliga.«


Søgan um hini

Doris Hansen fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir. Hana fekk hon fyri bókina ?Søgan um hini?, sum er um viðurskifti teirra brekaðu í Føroyum í tíðarskeiðnum stutt fyri aldarmóti og til 1981, sum var ár teirra brekaðu.

Dómsnevndin sigur í grundgeving síni soleiðis:

» Í ?Søgan um hini? hevur Doris hegnisliga lýst gerandisdagin hjá einum minnilutabólki í Føroyum, teimum brekaðu, frá aldarmótinum fram til 1981, ið var ár teirra brekaðu.

Karmurin í bókini eru tær lógir, ið hava verið galdandi á almannaøkinum hetta tíðarskeið, og í hendan karm hevur rithøvundurin megnað at givið mynd av vinum, avvarðandi og skyldfólki, sum hevur verið fjald í føroyska samfelagnum.

Bókin er ein kærkomin lýsing av eini tíð, sum nógv hava gloymt ella ikki vita nakað um. Serliga tað unga ættarliðið kann fáa gagn av hesi bók og av henni læra at skilja støðuna hjá teimum brekaðu.«

Doris Hansen takkaði og segði, at hon, eftir áheitan frá Meginfelag teirrra brekaðu, MBF, longu í 1981 var farin undir at savna tilfar til bókina.

Hon takkaði øllum, sum hjálpt høvdu og nevndi Margrethu Næs og Karin Margrethu Joensen-Næs, umframt Hanus A. Samuelsen og Johannes Andreas Næs, sum høvdu stuðlað væl.


Tónleikamentan

Eftir at Doris Hansen hevði takkað fyri heiðurin, henni varð vístur fyri bók um tey brekaðu, sang Ólavu Jøkladal, við undirspæli Bjarna Rastorff?s sangin um dáan hjá Hans Andriasi Djurhuus.

Og so var tíð at fá at vita, hvør fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentunnaravrik 1997.

Og hon fór til Ólav Hátun, við teirri grundgeving, at :

»Ólavur hevur sum sangstjóri í fýrati ár við sang- og tónlistastarvi sínum ment og sett dám á eitt blómandi, fjøltátttað føroyskt tónleikalív.

Hann hevur við miðvísum arbeiði kveikt lív og nørt um kórsang í Føroyum, og í altjóða høpi gjørt tónleik okkara kendan og virdan uttan fyri heimligu eingjargarðarnar.«

Ólavur Hátún takkaði og helt, at hóast hann nú fekk heiðursløn fyri at menna tónleikin í Føroyum, var nógv enn eftir at ynskja.

Hann vísti á tann týdning, tónleikur hevur, við at siga, at royndir aðrastaðni vísa, at børn, sum spæla nógvan tónleik í skúlanum, duga betri mál. Og tað hóast tónleikurin tekur tímar frá málinum.

Næmingar frá Tórshavnar Musikskúla spældu millum og eftir handanirnar. Og Klæmint Olsen, formaður í Mentunnarnevnd Tórshavnar Býráðs, endaði samkomuna við at yndkja øllum teimum, sum høvdu fingið virðislønir tillukku.