10 afturat fingið koronasmittuna

Tað eru nú í alt 132 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Kannað eru nú 2667 fólk. 665 eru í sóttarhaldið og sum nevnt eru 132 smittað við koronasmittuni. Framvegis eru tvey fólk innløgd, og 38 fólk eru vorðin frísk aftur av koronasmittuni.

Úrslitið fyri 22 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.