10 familjur vunnið 72 milliónir

Tað eru 10 familjur í Føroyum, sum eiga partapeningin hjá feløgunum í føroysku nótavinnuni. Umvegis feløgini er ognin hjá hvørjari av hesum famiiljum økt við 72 milliónum seinastu trý árini

 

 

Kringvarpið sendir í kvøld dokumentarsendingina, Landsstýrisútnevndir milliardingar. Hetta er sending um føroyska fiskivinnupolitikkin – og ikki minst um, hvussu stóru uppisjóvarkvoturnar verða útlutaðar.

 

Ein niðurstøða í sendingini er, at tað eru 10 familjur, sum hava forvunnið sera stórar upphæddir í pelagisku vinnuni seinastu árini. Hvør av hesum 10 familjunum gjørdust 72 milliónir ríkari árini frá 2010 til 2013. Enn eru roknskapirnir fyri 2014 ikki innkomnir, men tey eru fleiri, sum meta, at hetta verður besta árið higartil hjá nótaflotanum.  

 

Sosialurin er sloppin at síggja sendingina, sum verður á sjónvarpsskíggjanum í kvøld. Í blaðnum í dag er nógv at lesa um evnið. Til ber at keyp talgilda útgávu av blaðnum HER