100 ára hátíðarhald á Strondum

Í ár eru 100 ár síðani skipað missiónsarbeiði byrjaði á Strondum. Hetta verður hátíðarhildið á møtinum í Missiónshúsinum í kvøld klokkan 18

Fyri tveimum viku síðani hátíðarhildu tey í Rituvík, at missiónsarbeiðið í bygdini hevur eina heila øld á baki, og nú er túrurin komin til eina aðra bygd í Eysturoy, nevniliga Strendur.

Tað kann onkuntíð vera eitt sindur av detektivarbeiði at finna útav, júst nær missiónsarbeiðið í eini bygd byrjaði, tí ofta eru skrivligu keldurnar ikki so nógvar allarfyrstu tíðina, skrivar trubodin.fo

Hóast Rituvík og Strendur eru ymiskar, er felags fyri báðar bygdirnar tó, at arbeiðið byrjaði í 1919, at missiónshús komu miðskeiðis í 30’árunum, og at nýtt missiónshús antin er í gerð ella júst er tikið í nýtslu.

Fyrstu spírarnir á Strondum

Fyrsti spírin til missiónsarbeiðið á Strondum var tann blaðunga strandagentan Súsanna Danielsen, Sanna í Stovugerði. Hon hevði verið sjúk eitt skifti í Havn, og har var hon komin í samband við kristiliga arbeiðið, sum varð gjørt millum kvinnurnar í KFUK. 18 ára gamla Sanna tók við trúgv, og heimafturkomin til Strendur fer hon at savna kvinnur saman og hava kvinnumøtir.

Annar spírin var blákrossrørslan. Blái Krossur hevur havt ein týðandi leiklut á Strondum frá byrjan, og Blái Krossur og Heimamissiónin hava altíð gingið hond í hond. Tað er helst ikki uttan orsøk, at blákrossarbeiðið var so virkið. Tað var eitt øgiligt drekkarí millum fólkið tá í tíðini, og nógv heim vóru rakt av ótolandi umstøðum, bæði í Føroyum sum heild og eisini á Strondum.

Triði spírin er Thomas Thomsen, Tummas í Geilini. Hann varð umvendur umborð á skipi, og heimkomin byrjaði hann at halda møtir í skúlanum. Onkuntíð fekk hann hjálp frá presti og øðrum leikfólki; eitt nú komu menn av Toftum yvirum at halda møti.

Møtini vóru hildin í skúlanum, og myndugleikarnir vístu stóra vælvild. Men so við og við gjørdist skúlastovan ov lítil, og tankin spretti um at fara at byggja eitt missiónshús. Fólk tóku undir við hesi ætlan, og so varð farið til verka. Missiónhúsið varð vígt á heysti í 1936.

##med2##

Nýtt missiónshús

Missiónshúsið á Strondum hýsti missiónsarbeiðinum á staðnum heilt til nýggja missiónshúsið varð tikið í nýtslu í februar í fjør. 100 ára hátíðarhaldið verður í nýggja missiónshúsinum í kvøld klokkan 18.

Á skránni verður millum annað andakt og felagssangur, og kórið Effata syngur. Steðgað verður eisini við brot úr missiónssøguni á Strondum, og myndir verða at síggja frá teimum ymisku tíðarskeiðunum. Eftir møtið bjóðar stýrið grýturætt og lagkøku.

Barnaansing verður, meðan møtið er. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

##med3##

Gamla missiónshúsið á Strondum

Nýggja missiónshúsið á Strondum