100 deyð í New York upp á eitt samdøgur

Guvernørur óttast, at sjúkrahús verða ovurfylt av sjúklingum. Ein avbjóðing er at útvega nóg mikið av respiratorum.

Ein løgreglumaður í New York verjri andlitið við masku uttan fyri Elmhurst Hospital Center í Queens-býarpartinum í New York í dag, har fólk stóðu í røð fyri at verða kannað fyri koronavirus. - Foto: Stefan Jeremiah/Reuters

100 fólk, sum vóru smittað við koronavirus, eru deyð í amerikanska statinum New York seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Andrew Cuomo, guvernørur, í dag.

Hann óttast, at sjúkrahúsinum í statinum verða overvað av øllum sjúklingunum, sum væntast at verða innlagdir næstu dagarnar og vikurnar.

Tí hevur New York fingið góðkenning til, at tveir sjúklingar kunnu vera um hvønn respirator. Um tað verður neyðugt, ber eisini til at taka narkosutól og gera tey um til respiratorar, sigur Cuomo.

Royndin frá fyrstu álvarsligu sjúku koronasjúklingunum, hevur víst, at teimum tørvar longri tíð í respiratori – viðhvørt 20-30 dagar.

Talið av deyðum í øllum USA var í dag seinnapartin komið upp á 1.046. Tað vísir ein uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.

Slakir 70.000 amerikanarar eru váttaðir smittaðir við koronavirus.

Coumo, Guvernørur, sigur, at tað týdningarmesta beint nðu er at faa kurvuna niður so vit ikki overva sjúkrahúsini.

– Tað snýr seg um at fáa kurvuna at »flata út«. Vit vita, at vita fara at hava avbjóðingar, tá tað snýr seg um pláss á sjúkrahúsum ella nógv mikið av starvsfólkum, sum eru útbúgvin tl at hjálpa okkum í hesi kreppuni, sigur hann.

New York er harðast rakti statur við 37.258 staðfestum smittaðum.

Guvernørurin leggur dent á, at umleið ein fjórðingur av teimum kanningum, sum eru gjørdar kring landið, eru gjørdar í New York.

/ritzau/AFP