10.000 trø setast niður í Havn

Tórshavnar kommuna hevur samtykt at seta 10.000 nýggj trø niður ymsastaðni í Havn, og farið er nú í gongd við arbeiðið.

2500 trø skulu setast niður í nýggja kirkjugarðinum í Hoyvík og við Myllutjørn, og 2500 trø skulu setast niður í kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Í Havnadali verða sett niður 3000 trø, meðan 2000 trø skulu setast við Skúlan á Fløtum.

Kostnaðurin at keypa og gróðurseta trøini er 500.000 krónur.

- Viðarvøkstur, trø og runnar skapa lívd og fjølga um bý og bygd. Umstøðurnar at spáka gerast betri, og hetta bøtir eisini um rørsluítriv, íðkan og upplivingar í gerandisdegnum. Trø eru eisini hent støð hjá fuglum at líva sær og reiðrast, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.