- Kanska eg fari at geva mær sjálvum ein frídag í dag, men eg ætli mær ikki at gera stórvegis burturúr, sigur Anthon Geisler. Mynd: Sermitsiaq.

101 ára gamli Anton: Nú tyngir aldurin

Hóast hann fyllir 101 ár í dag, passar hann framvegis sítt arbeiði sum kioskeigari í Illumiut.

- Kanska eg fari at geva mær sjálvum ein frídag í dag, men eg ætli mær ikki at gera stórvegis burturúr, sigur Anthon Geisler. Mynd: Sermitsiaq.

 

Tað er ikki hvørjum manni beskorið at arbeiða og hava egna kiosk sum 101 ára gamal. Men, í dag fyllir Anthon Geisler úr Ilulissat 101 ár, og hóast høga aldurin passar hann framvegis sína kiosk í býarpartinum, Illumiut.

Men, nú følir hann, at aldurin er byrjaður at tyngja. Við Sermitsiaq sigur hann, at hann umhugsar at lata seg pensjónera, nú árini eru vorðin so mong.

- Eg havi framvegis góða heilsu, men eg merki, at tíðin skjótt er komin til, at eg skuldi givist við at arbeitt. Hetta er nakað, eg havi hugsað um í longri tíð, og eg haldi, at tíðin skjótt er komin til at halda uppat, sigur Anthon Geisler.

Fyrrapartin á degnum passar hann hús og heim og syrgir fyri ymiskum praktiskum tingum í samband við kioskina, og í tímunum frá klokkan 14 til 21 er hann sjálvur til arbeiðis í kioskini.

- Eg havi opið allar dagar í vikuni. Nú eg fylli 101, geri eg ikki stórvegis burtur úr degnum, tí nógv varð gjørt burtur úr, tá eg í fjør fylti 100, sigur Anthon Geisler, sum kortini heldur, at hann fer at geva sær sjálvum ein frídag í dag.

Við KNR sigur hann, at vøruúrvalið í kioskini er ikki eins stórt í dag, sum tað hevur verið, nú hann umhugsar at gevast innan alt ov drúgva tíð. - Eg elski at arbeiða. Tó eri eg greiður yvir, at eg ongantíð fari at fylla 200 ár, sigur hann brosandi.

##med2##

 

 

 

 

- Kanska eg fari at geva mær sjálvum ein frídag í dag, men eg ætli mær ikki at gera stórvegis burturúr, sigur Anthon Geisler. Mynd: Sermitsiaq.

Anthon Geisler er føddur hin 21. februar í 1919 í niðurløgdu bygdini, Skansen (Aamaruutissat), sum liggur við Qeqertarsuaq. Mynd: KNR.