Ellisheimið - Les Portes de Champagne - har drápið skal vera farið fram. Mynd: Google Street View

102 ára gomul drap 92 ára gamla

Tær báðar høvdu kamar við síðuna av hvørji aðrari á røktarheiminum, Les Portes de Champagne.

 

Ellisheimið - Les Portes de Champagne - har drápið skal vera farið fram. Mynd: Google Street View

 

Ein 102 ára gomul kvinna í Fraklandi er handtikin fyri dráp av einari kvinnu, sum er 10 ár yngri, nevniliga 92 ára gomul. Sum skilst, høvdu hesar báðar kamar við síðuna av hvørji aðrari á einum røktarheimi við navninum, Les Portes de Champagne.

Sambært AFP fór hendingin fram næst seinastu sunnunátt. Tað var ein náttarvakt á heiminum, sum sá, at hin 92 ára gamla var deyð, og sagt verður, at hon var hovin í andlitinum. Líkskurðurin vísti eisini, at kvinnan var kvald, og at hon varð sligin í høvdið.

Hendingin fór fram í lítla býnum, Chézy-sur-Marne, sum liggur eystan fyri París. Hin 102 ára gamla tóktist upprivin og segði við eitt av røktarstarvsfólkunum, at hon hevði dripið "onkran", sum ríkisákærin málber seg í sínari útsøgn.

Av tí, at hin 102 ára gamla var so órógvað, varð hon løgd inn á sálarsjúkrahús, eftir at hon fyrst hevði verið gjøgnum nakrar kanningar. Enn hevur ikki verið møguligt hjá løgregluni at avhoyra kvinnuna, men kanningarnar av drápsmálinum eru byrjaðar.

 

 

Ellisheimið - Les Portes de Champagne - har drápið skal vera farið fram. Mynd: Google Street View